Manchester City ákært fyri brot á FFP

Premier League: Manchester City kann fáa frátikið stig í samband við ákærir um brot á Financial Fair Play reglugerðina

Premier League hevur ákært Manchester City fyri fleiri enn hundrað brot á Financial Fair Play reglugerðina í tíðarskeiðnum frá 2009 til 2018. Bretskir miðlar skriva, at Manchester City kann fáa frátikið fleiri stig.

 

Manchester City hevur seinastu fýra árini verið kannað fyri brot á fíggjarligu reglugerðina, sum sigur at tú kanst í mesta lagi hava eitt ávíst undirskot í mun til ítróttarligu inntøkurnar.

 

Fyrstu ákærurnar snúgva seg um, at Manchester City skal ikki hava víst eina rættvísa mynd av fíggjarstøðuni viðvíkjandi inntøkum og rakstarumsetningin.

 

Aðrar ákærir snúgva seg um, at felagið ikki hevur íroknað allar lutirnar um løn til venjarar og spælarar í sáttmálunum. Hetta skal verða hent í fleiri ár og í fleiri førum.

 

Í tiðja føri er talan um, at Manchester City ikki hevur hildið seg til reglugerðina í samband við Financial Fair Play reglugerðina. Eitt nú krevur reglugerðin, at feløgini skulu hava ein burðardyggan rokniskap.

 

Seinastu ákærurnar eru, at Manchester City síðani desember 2018 ikki hevur samarbeitt við Premier League um málið.

 

Manchester City bleiv í 2020 útihýst frá Champions League í tvey ár, men oljuríka felagið sendi ein her av sakførarum til Ítróttardómstólin og slapp undan dóminum.