Marner vil sleppa í hægstarætt

Marnar Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Eik Banka, góðtekur ikki dómin, hann fekk í landsrættinum, har hann var dømdur at gjalda góðar 85 milliónir krónur í endurgjaldi til Finansiel Stabilitet.

 

Tað var tann 10. januar, at dómur fall í Eystara Landsrætti ímóti teimum trimum høvuðspersónunum í endurgjaldskravinum í sambandi við Eik Banka, Odd Bjellvåg, Frithleif Olsen og Marner Jacobsen. 

Teir báðir fyrr nevndur vórðu fríkendir, meðan Marner Jacobsen varð dømdur at rinda 85.674.993 krónur til Finansiel Stabilitet við prosessrentu.

Dagur og Vika visti í kvøld at siga, at Marner Jacobsen ikki er nøgdur við dómin, og at hann heldur seg ikki eiga at rinda endurgjald í málinum. Hann fer tí at biða um at fáa málið í hægstarætt við at søkja Processbevilingsnævnet, sum skal geva honum loyvi at sleppa í hægstarætt, ella havna umsóknini. Sleppur hann ikki í hægstarætt, so er málið enda. Sleppur hann hinvegin í hægstarætt, so skal málið koyra umaftur.