Matiné í Mariukirkjuni leygardagin

Tað er bratch-leikarin Jákup Lützen, sum fer at spæla. Jákup er føroyingur uppvaksin í Havn. Hann hevur nomið sær kunnleika fyrst á Tórshavnar musikkskúla og síðan á hægri læristovni í Danmark.

 

Hann starvast nú sum bratch-leikari í danska symfoniorkestrinum Copenhagen Phil - áður nevnt Sjællands Symfoniorkester.

 

Jákup Lützen var kosin sum Ársins einleikari í FMA 2021.

 

Á skránni leygardagin er tónleikur av Sunleif Rasmussen, William Heinesen, Kristian Blak og Max Reger.