Meistararnir varpaðir úr steypakappingini

Løgmanssteypið: HB var í góðveðrinum í Klaksvík í kvøld eitt sindur snildari og raskari enn heimaliðið

Veðrið var gott, og tað var leingi ikki frítt av spenningi og intensiteti. Tá ið Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 2-3.

 

Harvið hava steypavinnararnir í HB vunnið seg víðari í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið, og harvið eru meistararnir í KÍ annað árið á rað í fyrsta umfari varpaðir úr steypakappingini. Í fjør var tað við tapi í Gundadali ímóti B36, og í kvøld var tað við tapi í Klaksvík ímóti HB.

 

Tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, varð Páll A. Klettskarð fyri fyrstu ferð leysur, og úr spískum og stuttari fjarstøðu sendi hann bóltin upp í nettakið. So var spenningur í ein minutt, men tað eydnaðist ikki KÍ at skora og harvið at fáa longda leiktíð.

 

KÍ venjarin proklameraði undan kappingarbyrjan, at ætlanin var at vinna øll trý steypini. HB vann stórsteypið í 3-2 dysti ímóti KÍ. Í kvøld hevur HB varpað KÍ úr kappingini um løgmanssteypið, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá FM vinnarunum í landskappingini og í europeisku kappingini, har dreymurin er at vinna seg í enn eitt bólkaspæl.

 

Í fyrra hálvleiki var KÍ avrikið ikki gott. Í seinna hálvleiki var tað frægari, men tikið undir einum vóru HB spælararnir tryggari og klókari, og við avrikinum í kvøld í huga sær tað út til, at HB eisini í landskappingini fer at standa seg betur enn KÍ.

 

Í Klaksvík hevur verið tosað um, at tað ikki riggar við nýggja venjaranum, og avrikið og úrslitið í kvøld fer ivaleyst at kynda undir sovorðið tos. Jákup B. Andreasen var fyri fyrstu ferð í nógvar vikur millum teir fyrstu ellivu. Skaðalistin hjá KÍ er framvegis øgiliga langur, og tað er ivaleyst ein partur av orsøkini til, at tað gongur so illa, sum tað ger.

 

Vongverjin í høgru Mathias Voss legði beinanvegin HB á odda eftir sending eitt sindur úr vinstru frá Mikkel Dahl. Og undan steðginum økti Mikkel Dahl um munin til 2-0. Tá var tað Mathias Voss, sum átti uppleggið.

 

KÍ verjuspælið var ikki serliga sannførandi, og tað sá út til, at spurningurin bara var, hvussu stórur HB sigurin fór at verða.

 

KÍ hugburðurin var heilt øðrvísi eftir steðgin, og tað eydnaðist beinanvegin at minka um munin. Jóannes K. Danielsen smekkaði úr høgru og inn fyri málið, har bólturin rakti ein av HB verjunum og sigldi í netið, og so var tað spennandi.

 

KÍ dreiv á í eina løtu. Heimamenninir vunnu nógv teir flestu nærdystirnar, og tað vóru onkrar spentar støður, uttan at talan var um gott og hugflogsríkt fótbóltsspæl.

 

Dysturin reið um snarið, inntil stór villa hjá KÍ málverjanum bar 3-1 HB leiðslumál við sær. 20 minuttir restaðu, tá ið Hanus Sørensen eftir sending frá Dávid Reynheim royndi seg við skoti. Tað var úr 12 metrum, og ferðin á bóltinum var lítil. KÍ málverjin tveitti seg, heldur enn at velja at ganga eftir bóltinum, og hann misti bóltin á stólpan, og so trillaði bólturin í málið.

 

KÍ royndi at spenna álopsbogan, men tað var ikki fyrr enn í síðstu sekundunum, at tað eydnaðist at minka um munin, og so var veruleikin enn einaferð staðfestur, at í steypakappingini gongur tað sjáldan nakað serligt hjá klaksvíkingum, og at HB er steypaliðið, sum ber av øllum.

 

##med2##