Meistaraskapsfinalurnar hjá Sävehof vera vístar á SVT 2

SVT 2 er millum talgildu rásirnar hjá Televarpinum

Tað verður møguligt at síggja meistaraskapsfinalurnar Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spæla móti antin Önnered ella Ystad á rásini, SVT 2.

 

SVT 2 er millum talgildu rásirnar hjá Televarpinum.

 

Finalurnar um svenska meistaraheitið vera spældar 20., 22. og 24. mai. Spælt verður best av fimm finalum, og er neyðugt við fleiri finalum, so vera tær spældar 28. og 30. mai.

 

Í kvøld klokkan 18 tekur Önnered móti Ystad í tí fjórðu hálvfinaluni. Ystad er á odda 2-1 í tí hálvfinaluuppgerðini.