Meistaraskapsveitslan hjá Víkingi Reykjavík er útsett

Víkingur Reykjavík kom við javnleiki móti KR eitt stig nærri, men enn er meistaraheitið ikki endaliga staðfest

Tað er ikki staðfest 100 prosent enn. Enn manglar eitt stig í, at Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík gerast greipuvinnarar í Íslandi

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi Reykjavík, Arnar Gunnlaugsson valdi at hvíla Gunnar Vatnhamar og aðrar leikarar, tá Víkingur í kvøld tók ímóti KR á heimavølli.

 

Víkingur kundi við einum sigri staðfesta meistaraheitið, men tað endaði við javnleiki 2-2. Víkingur kom eitt stig nærri meistaraheitinum, men feiringin má bíða nakrar dagar. 

 

Nú fýra dystir eru eftir at leika hevur Víkingur á fyrsta plássinum 60 stig, og Valur á øðrum plássinum 48 stig. Víkingur skal bert hava eitt stig í teimum komandi fýra dystunum, so eru teir staðfestir meistarar.

 

Víkingur verður eisini staðfestur meistari um Valur bara snávar í einum av teimum komandi fýra dystunum teir skulu spæla.

 

Aron Elís Þrándarson og Danijel Dejan Djuric løgdu Víking framum 1-0 og 2-0 undan steðginum, og Víkingur var á meistarakós.

 

Men við málum hjá Benoný Breka Andréssyni og Kristinn Jónssyni í seinna hálvleiki fekk KR útsett meistaraskapsveitsluna hjá Víkingi.

 

Komandi mánakvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur á útivølli í Kópavogi móti liðnum hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik sum tá er komið aftur frá langari ferð í Ísrael. Breiðablik spælir móti Maccabi Tel Aviv í Europa Conference League í annaðkvøld klokkan 20.

 

Fær Víkingur eitt stig móti Breiðablik, ella snávar Valur á útivølli móti KR dagin fyri verður Víkingur staðfestur íslendskur meistari. 

 

Støðan í ovara endaspælinum

 

NrLið:DystirVJTMálmunurStig
1Víkingur Reykjavík23193167:2260
2Valur23153555:2548
3Breiðablik23115744:3838
4FH23114843:4437
5Stjarnan23104945:2734
6KR2396831:3833

Tað er ikki staðfest 100 prosent enn. Enn manglar eitt stig í, at Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík gerast greipuvinnarar í Íslandi