Meta hallið til næstan eina milljard

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina meting av, hvat kreppan vit eru í, fer at kosta føroyska samfelagnum

Fyri Løgtingið, landsstýrið og kommunurnar er týðandi at kunna meta um búskaparvøksturin næstu árini og um inntøkuvøksturin í samfelagnum sum heild. 

Hetta hevur millum annað týdning í sambandi við fíggjarlógina hjá landinum og í sambandi við fíggjarætlanir hjá kommununum. Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið mett um búskaparligu avleiðingarnar av Covid-19. 

Høvuðsniðurstøðurnar eru:  

  • Óvissan er serstakliga stór í løtuni. Neyðugt er at hava atlit at hesum

  • Afturgongd verður sannlíkt í búskapinum í 2020 og møguliga eisini í 2021

  • Búskapurin kann minka 3-10% í 2020, møguliga heldur minni í 2021

  • Landskassin kann lættliga fáa hall á 800 mió. kr. og upp til 1,5 mia. kr. í 2020 og nakað minni í 2021

  • Landið, samfelagið, kommunur, almennir grunnar, stórur partur av húsarhaldunum og stórur partur av vinnulívinum eru væl fyri at standa ímóti einum tíðarskeiði við afturgongd í búskapinum