Mugu tryggja okkara sjókaðlar móti álopum

Broytt trygdarpolitisk viðurskifti gera tað neyðugt at taka okkara tilbúgvingarætlanir á fjarskiftisøkinum upp til endurskoðan.

Hetta var millum annað tað, sum Bjarni K. Petersen landsstýrismaður í lógarmálum segði í setanarrøðu fyri European Subsea Cables Association, hevur sín 62. fund í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.

 

Landsstýrismaðurin segði í røðuni, at hóast vit hava eitt samskiftisnet á høgum støði, sum er fult ført fyri at handfara nútíðar krøv frá okkara virksemi og samfelagnum yvirhøvur, eru vit eisini viðbrekin, um fíggindasinnað lond gera seg inn á fjarskiftiskervið. Vit mugu gera okkum greitt, at hesir sjókaðlar eisini kunnu gerast mál hjá fregnartænastum.

 

Bjarni K. Petersen vísti á, at órógv á talgilda infrakervið kann elva til ómetaliga stóran skaða á okkara búskap og lívsneyðugar samfelagsfunktiónir, og segði tað vera hansara vón, at neyðug lógar- og regluverk kunnu samtykkjast fyri ikki bert at tryggja rætta verju og viðlíkahald av slíkum undirstøðukervi, men at altjóða samfelagið kann koma til eina semju um at friða slíkt undirstøðukervi í altjóða stríðsmálum.

 

Bjarni K. Petersen bar at enda fram ynski um at samstarva við grannalond og NATO um at betra um sjókaðlatrygdina og varpaði ljós á strategisku støðu Føroya í Norðuratlantshavi.