Myndir: Skaddu trailararnir fingnir í land og Akranes farin víðari

Farmaskipið Akranes hjá Smyril Line fekk ein sjógv fríggjamorgunin norðan fyri Føroyar

Tað var illveður á leiðini millum Føroyar og Ísland, tá Akranes fríggjamorgunin fekk ein sjógv. Skipið var á úr Torlakshøfn í Íslandi til Føroya.

– Tíbetur var eingin fólkaskaði, men nakrir trailaravognar við fiski fingu skaða, og fiskurin rósaði og hevur fingið løstir í viðferðini, segði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril LIne við in.fo fríggjamorgunin.

Akranes hevur ligið á Havnini til í morgun um hálvgum áttatíðina, tá skipið helt leiðina fram til Rotterdam.

Og talan var um stórt upptak, tað sæst á leivdunum av trailaravognunum, sum liggja eftir á bryggjuni.

Jens Meinhard Rasmussen segði við in.fo, at tað var á ovasta dekkinum av trimum á Akranesi, at trupulleikar vóru í illveðrinum.

 

Akranes siglir í løtuni við kós móti Rotterdam vestan fyri Hetland. 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##