Næmingar um ein háls tá veðrið tarnar

Á summum miðnámsskúlum er gjørt greitt, at tey ikki verða skrivað fyri fráveru, men á øðrum miðnámsskúlum verður skrivað frávera, men tað er ikki ein grundgeving og orsøk fyri ávaring og burturvísing.

Landsstýrismaðurin skal nú greiða frá, hvussu treytirnar eru, tá miðnámsskúlanæmingar ikki sleppa í skúla vegna veður. Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðaflokkin, sum hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í skúlanum, ein grein 52a spurning um málið. Løgtingsmaðurin spyr soleiðis:

1. Hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at mannagongdirnar í samband við fráveru vegna vánaligt veður eru greiðar á miðnámi?

2. Er kunningin til næmingarnar greið og nøktandi á øllum miðnámsskúlum, tá tað kemur til fráverureglur?

3. Vita allir miðnámsskúlanæmingar í Føroyum av, at skjalprógvað sjúka og vánalig veðurlíkindi sum orsøk til fráveru ongantíð kann gerast grundarlag fyri ávaringum ella burturvísingum frá miðnámsútbúgvingum?

Jóhannis Joensen vísir í viðmerking til spurningarnar á, at hann hevur tikið hetta málið upp fyrr.

– Tað vísir seg, at miðnámskúlanæmingar eru av teirri fatan, at frávera vegna vánalig veðurlíkindi verður brúkt sum eitt grundarlag fyri ólógligari fráveru hjá næmingunum.

– Føroyar hava valt at leggja miðnámsskúlar út í fýra økir í Føroyum. Føroyar eru eitt oyggja- og fjallaland, sum ger, at vit mugu ferðast um dalar og fjøll fyri at møta í skúla. Ofta koyra bussar millum heim og skúla, tí fleiri ung ikki hava koyrikort, sigur Jóhannus Joensen.

Hann sigur, at avbjóðingin um veturin er, at veðrið ikki altíð er til vildar, og øll almenn ferðsla kann verða niðurløgd. Øll hava rætt til javnar treytir fyri skúlagongd og tí hevur tað týdning, at hædd verður tikin fyri atkomumøguleikunum til skúlan.

– Tað hevur javnan verið frammi, at tá veðrið er vánaligt, og almenna ferðslan ikki virkar, eru miðnámsskúlanæmingar um ein háls. Tey skulu møta líkamikið hvat, halda fleiri. Hetta siga lærararnir, siga fleiri. Annars fáa tey fráveru og reyðan blokk.

– Á summum miðnámsskúlum er gjørt greitt, at tey ikki verða skrivað fyri fráveru, men á øðrum miðnámsskúlum verður skrivað frávera, men tað er ikki ein grundgeving og orsøk fyri ávaring og burturvísing, sigur hann.

– Spurningurin er, hvat næmingarnir fáa at vita, og um hetta framgongur týðiliga á heimasíðuni ella aðrastaðni. Verða næmingarnir eitt nú kunnaðir um, at teir ikki skulu váða lív fyri at møta í skúlanum, sigur hann.

Hann sigur, at spurningurin verður settur til tess at fáa at vita, hvør mannagongdin er á ymisku skúlunum og fyri at fáa at vita, um næmingarnir verða nóg væl kunnaðir um reglurnar, verður hesin fyrispurningur settur.