Tann 6. oktobur 1973, á tí heilaga Jom Kippur degnum, lupu egyptiskar og sýriskar herdeildir á Ísrael. Landið varð tikið á bóli og tyktist at vera á tromini til at verða útruddað sum tjóð. Altjóða samfelagið læt nærum ikki við seg koma. Men so fekk Ísrael umskipað sínar herdeildir og tvær vikur seinni var støðan vend á høvdið. M.a. var ein stór egyptisk herdeild fangað í einum lumma í Sinai, eins og heildeildir Hitlers í Stalingrad á sinni. Tá fór altjóða samfelagið í diplomatisku arbeiðsklæðini - nú mátti berast skjótt at. So leingi Ísrael var á tromini til undirgang fingu partarnir frið at kríggjast. Nixon fekk nú kravboð frá Kreml og boðini vóru greið.
Um USA ikki í stundini legði trýst á Ísrael og tryggjaði vápnahvíld, fór Sovjet at leggja uppí stríðið við hermegi. Úrslitið bleiv vápnahvíld.
Í dag er Sovjetsamveldið ikki til, og leivdir av gamla Sovjet eru í beinleiðis kríggi. Men, “we are still here”, segði ísraelski stjórnarleiðarin í eini røðu í ST fyri nøkrum døgum síðan.
Hugsjónarliga var Ísrael stovnað og grundað á virðir, sum vit í Vesturheiminum áður hava hámett. Fólkaræði, samhaldsfesti, tali- og skrivifrælsi o. s. fr. Ímillum grannar Ísraels eru hesi virði ikki høgt í metum. Demokratar í Vesturheiminum heilsaðu yvirhøvur tí nýggja landinum vælkomnum og Ísrael hevði ikki minst vinir ímillum europeiskar sosialdemokratar. Í eini røðu stutt eftir oktobur kríggið í 1973 hartaði danski sosialdemokratiski forsætisráðharrin Anker Jørgensen arabisku londini, tí tey ynsktu Ísrael tveitt út í Miðalhavið. Oljukreppan herjaði tá, og orðini hjá Anker vóru nær við at kosta Danmark eitt fullkomið arabiskt oljuboykott.
##med2##
Ísrael – ein sosialdemokratisk fyrimynd
Eitt ár seinni var løgtingsval í Føroyum. Á politiskum fundi í KÍ høllini í Klaksvík á heysti 1974 minnist eg eitt valevni javnaðarfloksins greina ta sosialdemokratisku hugsjónina. Gløggur, vitandi og orðkringur grundgav hann fyri sínum politiskum hugsjónum. Sum eitt skúladømi um fyrimyndarligan javnaðarpolitikk nevndi hann Ísrael. Í dag situr sonur áðurnevnda valevni sum Føroya Løgmaður. Men tað undrar meg, og helst mangan við mær, at fleiri sosialdemokratisk ung í dag eru farin uppí kórið sum rópar “From the River to the Sea” og “Free Palestine”.
Í okkara søguleysu Tik Tok mentan, har meiningar verða skaptar við impulsum heldur enn vitan og djúphugsan, er neyvan nógv annað at vænta. Tí kendist tað sum eitt frískt várlot, at hoyra røðuna, sum Sjúrður Skaale helt á Fólkatingi tann 30. mai í ár og ikki minst at Mette Frederiksen kvitteraði við at kalla røðuna “dagens absolut bedste tale.” Men kanska er tað rætt sum nógvir altjóða politiskir eygleiðarar siga: “The left is torn apart over Israel”.
Nýnazisma, islamisma og “Radical Left”
Jødahatur hevur í dag skapt eina margháttliga politiska tríeind. Tað tykist sum at víðgongdi vinstravongurin, islamisma og nýnazisma hava funnið eitt felags stev í tí antisemetiska dansinum. Jødahatur er eitt bann, sum hevur fylgt mannaættini sum ein blóðslóð og einki nýtt er undir sólini.
Eftir álopið frá Hamas hevði Ísrael tvinnar kostir í at velja. At fara í kríggj móti Hamas og Hisbollah, við teimum sivilu avleiðingum hetta kom at hava, ella at góðtaka ágangin uttan at svara aftur og harvið kundi rakettálopini inn í Ísrael ótarnað halda fram. Hvørgin kosturin var mjúkur. Men ísraelska tvístøðan minti okkum á orðini hjá fyrrverandi sosialdemokratiska stjórnarleiða Ísraels, Goldu Meir, sála: “If the Arabs put down their guns there would be no more fighting. If the Israelis put down theirs there would be no more Israel.”
Sorgarleikin ímillum tey sivilu í Gaza kenna vit. Yvirgangsmenn brúka børn og sivil sum skjøldur og hetta gagnar antisemittum í PR krígnum móti Ísrael. “Tað er lættari at fáa fólk at gráta, enn at fáa fólk at hugsa”, segði Golda Meir.
Humanitetur ella hykl?
Men er tað nú so víst, at samhugin við palestinum er grundaður á humaniterar orsøkir? Ella er tað sum enski høvundurin Douglas Murray sigur: “They don´t really care about the Palestinians. They really care about the hatred of the Jews.”
Líðingarnar í heiminum eru mangar og listin tykist endaleysur:
Ein millión muslimar eru seinastu árini tveitt í kinesiskar arbeiðslegur. Tað hoyra vit ikki nógv um.
1,7 millión muslimsk flóttarfólk úr Afganistan eru seinastu árini útvíst úr Pakistan. Heldur ikki hetta fyllir nógv í heimspressuni.
Í muslimska Azerbajan hava myndugleikarnir ruddað landslutin Nargorno-Karabakh fyri kristin. Hetta er rein etnisk útreinsan. Men vit hoyra ikki nógv um mótmæli á teimum mongu lærdu háskúlunum í Europa.
Eingin veit við vissu hvussu mong kristin eru dripin og jagstrað í Sudan, men ræðuleikarnir eru so ógvusligir, at tað sigst minna um japansku hersetingina av Kina og Filipsoyggjunum. Men heimurin letst ikki um vón. Eg havi ikki hoyrt um nakað samhugatiltak í Føroyum, sum varpar ljós á hesar sorgarleikir.
Og hetta er bert ein lítil partur av einum langum lista, men tað tykist ikki vera nógvur humanitetur í mannaættini at rúma lagnuni hjá omanfyri nevndu fólkum – kanska tí at Ísrael ongan lut eigur í hesum sorgarleiki.
Men tá talan er um palestinar fer allur heimurin á barrikadurnar og universitetslesandi frá Vancouver til Sydney rópa rakstrarróp eftir ísraelum. Her uppliva vit hatespeech og eina kollektiva psykosu, sum minnir ódámliga nógv um Týskland í 30unum. Goebbels hevði neyvan megnað at gjørt tað betur.
Tíðarrák
Tann akademiska besserwisser og yvirformyndarríið av fólkasálini er ikki nakað nýtt. Sum 17-18 ára gamal plagdi eg at sita á Klaksvíkar Bókasavni og lesa politisk stríðsrit frá føroyskum studentum í Keypmannahavn.
Tað var áhugavert at lesa Framan og Oyggjaskeggja. Her vóru sosialdemokratar skírdir klassafíggindar og í ramasta álvara varð tosað um at avtaka okkara fólkaræði, bjarga teimum politiskt fortaptu Føroyum og innføra tann totalitera statin. Einaferð hevði eitt av hesum bløðum eina mynd av frælsishetjuni Pol Pot, sum saman við Reyðu Khmerunum reið inn í Phnom Penh, eftir at hava bjargað Cambodia undan vesturlendskari imperialismu. Hendan, úr Fjareystri, politiska fyrimyndin hjá fleiri føroyskum lesandi, drap 30% av íbúgvunum í Cambodia og teitti landið út í búskaparliga armóð. Tað mundi taka 68 ættarliðnum meira enn 20 ár at renna hornini av sær og blíva meira politisk edrúulig.
Eg bleiv annars ikki politiskt umvendur av at lesa hesi føroysku “krígsbløðini” frá 70unum - tvørturímóti. Men tað var mær ein gáta, at væl útborin fólk kundu vera so heilavaskað.
Somu kensluna havi eg av mongum kulturradikalum ungdómum í dag. Tað kennist stundum sum eitt ódámligt flashback frá 70unum.
Diplomati í tómgongd
Næsteinasta leygardag helt okkara uttanríkisráðharri Høgni Hoydal røðu á tiltakinum “Samhugi við Palestina”. Í røðu síni segði Høgni m. a.: - Ísraelsfólk hava rætt til sítt egna ríki.
Hesi orð skal Høgni hava takk fyri.
##med3##
Men tá tosað verður um Ísrael og Palestinar, uttan at nakar nevnir elefantin í rúminum (Iran), gerst talan um diplomati í tómgongd. “You cannot negotiate peace with someone who has come to kill you”, segði Golda Meir.
Lond, ið hava innanríkispolitiskar avbjóðingar, royna ofta at dyrka ein uttanríkispolitiskan fígginda, fyri at fáa borgaran at flyta fokus. Tað eru so mong dømi um tað og iranska stjórnin er einki undantak.
Iran hevur sum aðalmál at útrudda Ísrael. Tað hevur prestastýrið í Teheran ongantíð dult. Iran hevur hersett Gaza og Libanon gjøgnum sín forlongda arm, Hamas og Hisbollah. Harvið hevur Iran, sum liggur meira enn 1000 km eystanfyri Ísrael, fingið ein fót inn í bakgarðin hjá Ísrael.
Hóast Miðeystur framvegis er ein krúttunna er mangt umskift hesi 50 árini. Áður hevði Ísrael nógvan samhandil og diplomatiskt samband við Iran, men í dag ynskir shiamuslimska Iran at týna Ísrael. Samstundis bendir alt á, at mangir av gomlu erkafíggindum Ísraels sum t.d. Egyptaland, Jordan, Saudi Arabia, Emiratini og helst fleiri onnur, í stillum stuðla Ísrael í bardaganum móti yvirganginum úr Iran. Hesi sunnimuslimsku lond ræðast ikki Ísrael, men tey ræðast Iran.
Føroyar og “The final Jihad”
Men Ísrael er ikki málið fyri “The final Jihad”. At útrudda Ísrael er bert eitt stig á leiðini. Málið er at raka allan Vesturheimin og harvið okkara sivilisatión. Ísrael verjir ikki bert sítt egna land. Ísrael er fremsti verjugarður Europa og Føroya móti islamisering og tað kunnu vit føroyingar fegnast um.
Símun Absalonsen