Nations League: Armenia hevur eina greiða favorittstøðu

Her eru oddsini upp á dystin Armenia-Føroyar

Seinnapartin klokkan 17 skal føroyska A-landsliðið spæla næstseinasta dystin í hesari Nations League kappingini.

 

Í bólki 4 í Nations League deild C spæla Føroyar dyst á útivølli móti Armenia. Tá liðini hittust á Tórsvølli 10. oktober endaði dysturin við javnleiki 2-2. Jann Julin Benjaminsen og Jóannes Bjartalíð skoraðu føroysku málini. Armenia javnaði til 2-2 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Undan dystinum hevur Armenia eins og Lettland fýra stig, og Føroyar hava trý stig. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Hóast tað endaði við javnleiki seinast liðini møttust, so hevur Armenia eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Armenia eru 1,48.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,13.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 7,01.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##