Niðurlendskur tíðindamaður latið lív: Skotin á gøtuni

Tíðindamaðurin bleiv í síðstu viku skotin fleiri ferðir á gøtuni í Amsterdam, eftir at hava luttikið í eini sjónvarpssending.

 

 

64 ára gamli rannsóknar-tíðindamaðurin, Peter de Vries, hevur latið lív. Hann var 64 ára gamal. Tíðindamaðurin bleiv í síðstu viku skotin fleiri ferðir á gøtuni í Amsterdam, eftir at hava luttikið í eini sjónvarpssending. Beint eftir skottilburðin vórðu tveir mans handtiknir. Talan er um ein 21 ára gamlan niðurlending, ið sigst at hava latið skotini, sum raktu tíðindamannin. Seinni maðurin, ið varð handtikin, er 35 ára gamal pólendingur. Hann sigst at hava koyrt bilin, ið var ætlaður til rýming teirra.

 

 

 

Familjan hjá Peturi orðbera, at hann stríddist til tað síðsta, men ikki var førur fyri at vinna dystin og bjarga sær. Hann doyði umgirdur av fólki, sum elska hann høgt. Tey draga eisini fram, at Petur helt fast í at liva eitt lív við frælsi og vón. Vit eru ómetaliga stolt av honum, og samstundis merkja vit stóra sorg, ljóða seinastu orðini frá familjuni.