Noreg hevur vunnið seg til OL-endaspælið í manshondbólti

Við sigri á ungarsku vertunum hevur Noreg tryggjað sær bólkasigurin í undanbólki 3

Vit fara at hava trý norðurlond at heppa á til OL-endaspælið í manshondbólti í summar.

 

Tað hevur verið greitt leingi, at Danmark og Svøríki fara at taka lut í endaspælinum, og nú er greitt, at Noreg eisini fara at kappast í olympiska endaspælinum.

 

Í undankappingarbólki 3 vann Noreg leygarkvøldið 29-25 (16-13) á ungarsku vertunum. Samstundis vann Portugal 37-29 (18-12) á Tunesia.

 

Hóskvøldið vann Noreg 32-29 (18-13) á Portugal. Tá vann Ungarn 33-24 (17-10) á Tunesia.

 

Noreg hevur sostatt vunnið undanbólk 3. Noreg hevur fýra stig, Ungarn hevur tvey stig, Portugal hevur tvey stig, og aftast er Tunesia við ongum stigi.

 

Klokkan 20 í kvøld spæla Ungarn og Portugal um hvør skal fylgja Noreg til OL í París. Tunesia og Noreg spæla klokkan 17.30, har ikki tað stóra er at spæla fyri.

 

Noreg-Ungarn 29-25 (16-13)

 

Toppskjúttar Noreg: Tobias Grøndahl 8, Alexandre Christoffersen 7, Kristian Bjørnsen 4, Magnus Gullerud 3.

 

Toppskjúttar Ungarn: Bence Imre 3, Gergo Fazekas 3, Bendeguz Boka 3, Richard Bodo 3.

 

Portugal-Tunesia 37-29 (18-12)

 

Toppskjúttar Portugal: Luis Frade 6, Alexandre Cavalcanti 4, Joaquim Nazare 4, 

 

Toppskjúttar Tunesia: Issam Rzig 4, Achraf Margheli 4, Anouar Ben Abdallah 4, 

 

------------------------------------------------

 

Noreg - Portugal 32-29 (18-13)

 

Toppskjúttar Noreg: Simen Ulstad 6, Sander Sagosen 6, Alexandre Christoffersen 5.

 

Toppskjúttar Portugal: Luis Frade 8, Martim Costa 5, Francisco Costa 5.

 

Ungarn-Tunesia 33-24 (17-10)

 

Toppskjúttar Ungarn: Mate Lekai 6, Bence Imre 4, Bendeguz Boka 4, Richard Bodo 4.

 

Toppskjúttar Tunesia: Issam Rzig 4, Mohamed Aziz 4, Anouar Ben Abdallah 4.