Norska fiskimálaráðið hevur ásett, at útróðrarflotin fyribils skal fáa brennioljustuðul í 2025, og ásett er, at stuðulin verður fýra norskar krónur fyri liturin av brennievni.
Norska krónan er lág, og fýra norskar krónur svara í løtuni til umleið 2,50 krónur í okkara peningi, og hetta er tað, sum útróðrarflotin fær í stuðli fyri hvønn litur av brenniolju frá byrjan av 2025.
Hetta veit norska heimasíðan - www.kystmagasinet.no - at siga.
- Samanborið við aðar partar av fiskiflotanum, hevur útróðrarflotin framvegis avbjóðingar. Útreiðslurnar eru øktar, og eitt nú er rækjukvotan hjá útróðrarflotanum minkað.
Norski fiskimálaráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, sigur seg fegnast um, at myndugleikarnir framvegis villja stuðla útróðrarflotanum, sum eitt nú er á rækjuveiði.
Norska stórtingið hevur fyri 2025 játtað stívliga 23 milliónir norskar krónur til brennioljuískoyti.
Skipanin er galdandi fyri allan útróðrarflotan í Noregi.
Tað er Garantikassin hjá fiskimonnum, sum umsitir skipanina, og søkjast kann um brennioljustuðul frá og við februar 2025 at rokna.
Meira um hetta kann lesast á - https://www.kystmagasinet.no/kystrekeflaten-rekefiske-reker/far-4-kroner-literen-i-drivstofftilskudd/1871068