NRK hevur gjørt vangamynd av Sjúrði Skaale

Norska ríkissjónvarpið, NRK, hevur gjørt eina vangamynd av føroyska fólkatingsmanninum Sjúrði Skaale, ið á sín serliga skemtingarsama hátt manga fær allan salin í Fólkatinginum í skellilátur.

 

Sjúrður Skaale umboðar, eins og Edmund Joensen, minsta flokkin í Fólkatinginum. 

Tá flokkarnir fáa orðið við framsøgufólki, tá er Sjúrður Skaale síðstur, tí flokkarnar fáa orðið eftir stødd.

Norska sjónvarpið spurdi føroyska fólkaintsmannin, sum hann hevur fingið nógvar átalur í Fólkatingum, tá hann soleiðis mangan fer í so langt burtur frá tí, sum sømir seg at siga í einum parlamenti.

Til tað savara Sjúrður Skaale:

– Eg er sum Gary Linneker í Tottenham. Hann spældi alla yrkisleið sína uttan at fáa nakað gult kort. 

– Eg eri Gari Linneker í Fólkatinginum og havi ongantíð fingið eina átalu, sigur Sjúrður Skaale.

Síggið innslagið hjá NRK niðanfyri:

##med2##