Aftur fótbóltur sunnudag í Runavík

1. DEILD: Teir í Runavík eru í holtur við fyrireikingarnar at spæla í bestu deildini

So er tað staðfest, sum síðani undan summarsteðginum hevur ligið í kortunum. NSÍ hevur vunnið rættin til í 2024 at spæla í bestu deildini, og harvið eru tað Skála og NSÍ – bæði feløgini í Runavíkar kommunu – sum fara at flyta upp.

 

Uppflutingin kemur á ongan hátt óvart á teir í NSÍ, har nevndin er í holtur við at fyrireika nýggja kappingarárið samstundis, sum tað miðvíst verður arbeitt við, at sluttspurturin í næstbestu deildini skal vera góður.

 

Ein av spurningunum, sum tað verður arbeitt við at svara, er, hvussu nógvir spælarar av teimum, ið fóru í onnur feløg, tá ið niðurflytingin í fjør var veruleiki, aftur fara at verða at síggja í gula troyggjuni. Klæmint A. Olsen er í ár útleigaður til Breiðablik í bestu íslendsku deildini, og so eru tað eitt nú Aron Knudsen og Jørgen Nielsen, sum undan hesum kappingarárinum skrivaðu undir tveyára sáttmálar við ávikavíst B36 og B68.

 

Í dag var uppflytingin staðfest við trivaligum 6-0 sigri ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, sum næsta kappingarár fara at spæla í 2. deild.

 

Hálvleiksstøðan var 4-0, sum eisini var støðan, tá ið 24 minuttir vóru farnir.

 

Steffan A.  Løkin skoraði hatttrikk fyri triðju ferð í ár. Nú er hann eitt mál frá máltindinum. Hini málini skoraðu Meinhard D. Geyti, Sølvi Sigvardsen og Búi Egilsson.

 

NSÍ hevur 51 stig og er fýra stig frá oddaliðnum Skála. EB/Streymur er aftast við 6 stigum.

 

Fríggjadagin fer NSÍ til Havnar at hitta HB, og EB/Streymur fær leygardagin um eina viku vitjan av FC Hoyvík.