Nú er B71 á fjórða plássi

1. DEILD: Í kvøld vunnu sandoyingar útsettan dyst ímóti HB, sum nú hevur tapt tríggjar ferðir á rað

Í kvøld varð útsetti dysturin inni í Dal á Sandi millum B71 og teir næstbestu hjá HB spældur. Hann var útsettur frá ólavsøkuumfarinum, tá ið HB var upptikið av europeiskum fótbólti.

 

HB fór aftur um Skopunarfjørð við 4-1 tapi. Hetta er triði dysturin á rað, at HB er farið av vøllinum uttan úrtøku. HB er á áttanda plássi við 27 stigum, og tað er greitt, at næstbesta HB liðið eisini í 2024 verður í 1. deild.

 

Leygardagin fyrireikaðu sandoyingar seg til heimadyst, men teir í EB/Streymi megnaðu ikki at manna lið, og nú er tað greitt, at dysturin verður ikki spældur, og at B71 vann tey trý stigini við málmuninum 3-0.

 

B71 úrtøkan er seks stig í fýra dagar. Nú hevur B71 38 stig, og sandoyingar eru á fjórða plássi. KÍ hevur eisini 38 stig, men málmunurin hjá B71 er betri, enn hann er hjá KÍ.

 

Í kvøld var tað Jónas Warner, sum legði B71 á odda í 9. minutti, og tríggjar minuttir seinni javnaði Eliesar Clementsen til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá honum í 1. deild í ár.

 

Eftir lítlan hálvan tíma legði Tijani Mohammed aftur B71 á odda. Hetta var 18. málið hjá honum í ár.

 

Í 2. hálvleiki skoraði B71 tvey mál aftrat. Ein tími var farin, tá ið James Drye økti um heimaleiðsluna til 3-1. 26 ára gamli amerikanski spælarin var liðformaður í kvøld, og hetta var aðruferð í ár, at hann taldist millum málskjúttarnar.

 

20 minuttir undan leikloki varð Jónas Warner tvífaldur málskjútti, tá ið hann staðfesti 4-1 heimasigurin. Nú hevur hann skorað fýra mál, síðani hann í summar flutti aftur til B71 eftir at hava verið á Svangaskarði og í B68 í nakrar mánaðir.

 

 Longu leygardagin hittast HB og B71 aftur. Tá verður tað í Gundadali.

 

Skála242013692061
NSÍ241833662057
Víkingur241329533741
B71241158493838
2412210433938
FC Hoyvík249411445131
B36249312484230
HB248313425027
B68245217236917
EB/Streymur23131921896

 

Leygardagin 7. oktober

 

EB/Streymur – Skála: Rúni Olsen kl.

 

Víkingur – KÍ: Alex Troleis kl.

 

NSÍ – FC Hoyvík: Kári J. á Høvdanum kl. 13.00

 

B68 – B36: Dagfinn Forná kl.

 

HB – B71: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.30