Nú hómast ljós fyri framman hjá SAS: Ferðafólkatalið er vaksandi

Neyvaru tølini vísa, at SAS hava flogið 609.000 ferðafólk í juni. Hetta er ein øking á heili 86% samanborið við juni í fjør.

Nú hómast ljós fyri framman hjá SAS: Ferðafólkatalið er vaksandi

 

 

 

Ein bløðandi flogvinna, og ein hart rakt ferðavinna, hava verið yvirskriftirnar seinastu tíðina. Coronafarsóttin elvdi til, at ferðafólkatølini hjá flogfeløgunum minkaðu skjótt og støðugt. Fíggjarligu avleiðingarnar gjørdust stórar, og hava fleiri flogfeløg fingið stuðul frá státinum, harav SAS er eitt teirra.

 

 

 

Nú hómast tó ljós fyri framman. SAS boðaðu fyrr í dag frá, at felagið í juni hava flogið fleiri enn 6000.000 ferðafólk. Sambært Ritzau eru hetta ferðslutøl, ið SAS hevur atgongd til. Neyvaru tølini vísa, at SAS hava flogið 609.000 ferðafólk í juni. Hetta er ein øking á heili 86% samanborið við juni í fjør.

 

 

 

Karl Sandlund, fyristingarstjóri í SAS, er glaður fyri vaksandi eftirspurningin og ynskir øllum vælkomnum umborð á SAS.