Í kvøld vera tvær av seinnu fjórðingsfinalunum í Champions League. FC Barcelona fær vitjan av PSG og Borussia Dortmund fær vitjan av Atletico Madrid.
FC Barcelona (3) – (2) Paris Saint Germain (20.00)
Tað var málríkt í fyrru fjórðingsfinaluni í París, har danski Andreas Christensen bleiv avgerandi við sínum máli til 3-2 til FC Barcelona. Hvørki hann ella liðskiparin, Sergio Roberto, vera við í kvøld. Teir hava leikbann og tað verður mett sum ein meinbogi fyri heimaliðið í kvøld, tí nú leggur nógv á fleiri av teimum heilt ungu spælarunum.
Venjarin hjá PSG er Luis Enrique. Hann er halgimenni í Barcelona, har hann bæði hevur verið spælari og venjari. Hann er sannførdur um, at PSG kann venda uppgerðini, eftir at liðið hevur havt frí um vikuskiftið. Stóra stjørnan er Kylian Mbappé, sum framvegis ikki hevur vunnið Champions League.
Væntaðar uppstillingar:
FC Barcelona: Ter Stegen; Koundé, Ronald Araújo, Cubarsí, João Cancelo; De Jong, Gündoğan, Pedri; Yamal, Lewandowski, Raphinha
Leikbann: Christensen, Sergi Roberto
Paris Saint Germain: Donnarumma; Hakimi, Marquinhos, Hernández, Mendes; Zaïre-Emery, Vitinha, Ruiz; Dembélé, Mbappé, Barcola
Borussia Dortmund (1) – (2) Atletico Madrid (20.00)
Tað var um reppið, at Atletico Madrid avgjørdi uppgerðina í fyrra dystinum. Við støðuni 2-0 hevði heimaliðið ein risa møguleika at økja til 3-0. Tað endaði við at Borussia Dortmund minkaði um munin og rakti tvørstongina tvær ferðir.
Tí er alt at spæla fyri í kvøld, tá 80 túsund áskoðarar fara at stuðla heimaliðum Borussia Dortmund. Seinast teir vóru í finaluni var í 2013 og einasti sigurin kom í 1997. Atletico Madrid hevur ongantíð vunnið kappingina, men var í finaluni í 2014 og 2016. Báðu ferðirnar taptu teir fyri grannunum úr Real Madrid.
Væntaðar uppstillingar:
Borussia Dortmund: Kobel; Ryerson, Hummels, Schlotterbeck, Maatsen; Sabitzer, Can; Brandt, Malen, Adeyemi; Füllkrug
Atlético de Madrid: Oblak; Molina, Witsel, Giménez, Hermoso, Azpilicueta; De Paúl, Koke, Llorente; Griezmann, Morata
Leikbann: Lino