"Ny tunnel på Færøerne i voldsom modvind"

Soleiðis ljóðar ein yvirskrift í Sermitsiaq í dag, og tað er ætlaði Suðuroyartunnilin, sum sipað verður til

- Um føroysku politikararnir gera av at byggja ein undirsjóvartunnil úr Sandoynni til Føroya syðstu oyggj - Suðuroynna - fyri 5,3 milliardir, er hetta óforsvarligt.

 

Tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum í Føroyum, Johnny í Grótinum, sambært grønlendsku heimasíðuni.

 

Heimasíðan veit eisini at siga, at Føroyar eru eitt lítið land við 18 oyggjum, harav 17 eru bygdar.

 

- Landið við teimum mongu tunlunum fær fleiri og fleiri ferðafólk - í løtuni umleið 100.000 um árið ella tað tvífalda av fólkatalinum í landinum.

 

Sermitsiaq vísir á, at tað verður avgjørt størsta íløga í Føroyum at byggja ein Suðuroyartunnil, sum verður 23 kilometrar langur.

 

- Tað er mangt, sum bendir á, at tunnilin verður væl dýrari, enn landsstýri og løgting - og teirra serfrøðingar - vilja vera við.  

 

Lagt verður aftrat, at Suðuroyartunnilin skal gera tað møguligt at koyra í bili úr høvuðsstaðnum til syðstu oyggj Føroya, Suðuroy, eftir einum tíma.

 

##med2##


 

 

Yvirskrift í Sermitsiaq í dag