Nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin

Í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin sita 5 limir, og tilnevning fer fram annað hvørt ár.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur í dag tilnevnt nýtt stýrið fyri Húsalánsgrunnin. Í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin sita 5 limir, og tilnevning fer fram annað hvørt ár, tó soleiðis at ávikavist 3 og 2 stýrislimir vera tilnevndir hvørja ferð. Nýggju limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur tilnevnt eru Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg.

 

Nýggja stýrið er sostatt mannað soleiðis:

 

Teitur Samuelsen

 

Petur Even Djurhuus

 

Ingibjørg Berg

 

Rakul í Gerðinum

 

Maud Hilduberg

 

Landsstýriskvinnan takkar fráfarandi limunum fyri tíðina og ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum, skrivar Umhvørvismálaráðið á síni heimasíðu.