Nýggjan sáttmála og fyrsta dystin frá byrjan

Símun Kalsø hevur skrivað nýggjan sáttmála við KÍ, sum er galdandi til 2026

Mynd: (KÍ.fo) Magne Hoseth, venjari, og Símun Kalsø

Símun Kalsø hevur skrivað nýggjan sáttmála við KÍ, sum er galdandi til 2026. Símun Kalsø hevur skrivað nýggjan sáttmála við KÍ, sum er galdandi til 2026. Tað gjørdi hann undan dystinum móti B68 mánakvøldið, tá hann fekk sín fyrsta dyst á besta mansliðnum frá byrjan í landskappingini.

 

- Tann yngsti av Kalsø beiggjunum, ið allir hava spælt á besta liðnum, Steffan og Sørmundur, hevur longt sín sáttmála við KÍ. Símun er uppruna miðvallari, men hevur røkt høgra bakkplássið.  Símun hevur tilsamans spælt tíggju dystir við betrideildarliðnum og hevur eisini verið í hópinum til dystirnar í Evropa, skrivaði KÍ undan dystinum móti B68.

 

Símun Kalsø spældi frá byrjan móti B68. KÍ hevur eina avbera drúgva skrá fram til landskappingarenda og er sannlíkt, at onkrir av teimum yngru spælarunum fara at fáa møguleikan. KÍ spælir í annaðkvøld móti Slovan Bratislava í UEFA Conference League.

 

Mynd: (KÍ.fo) Magne Hoseth, venjari, og Símun Kalsø