Nýggju jólaakvavittur frá Føroya Bjór

Føroya Bjór hevur aftur hesi jólini eina spennandi og nýggja framleiðslu.

Hetta er ein jólaakvavittur, og tað sum er sermerkt við honum er, at hann hevur eina drúgva lagring ella búning í eikitræðsføtum, sum gevur ein sermerktan smakk til løgin. Eisini hevur Annika Waag fleiri spennandi føroyskar urtrar við – hvørjar hesar eru – júst sum við Jägermeister – eitt loyndarmál, sum smakkarin sjálvur má royna at gita.

Jolakavittið smakkar av akvavitti og er ætlað til sildarættir, turran fisk, ræst kjøt o. s. fr., meðan kendi Jólasnapsurin er mera rundur og kann njótast einsamallur og er eisini óførur at lata út í Gløgg.

Bæði Jóla-akvavitti og Jólasnapsurin fáast í Rúsuni og á flestu matstovum okkara.

##med2##