Ein nýggjur covid-19 tilburður í Nuuk

Eftir at Grønland ongan koronu-tilburð hevur havt í nakrar dagar, er nú ein nýggjur tilburður staðfestur í Nuuk.

 

Hin smittaði er komin til Grønlands úr útlandinum og er staðfestur positivur eftir eina endurkanning.

 

 

Í yvirlitinum yvir koronu í Grønlandi stendur, at landið higartil hevur havt 50 tilburðir, sum er eitt lutfalsliga lítið tal í mun til teir tilsamans 781 tilburðirnar, sum Føroyar higartil hava havt.

 

Grønlendska yvirlitið sigur, at av teimum 50 smittaðu, eru 50 vorðin frísk aftur.

 

Men, hetta er ikki rætt, tí í dag boðaði grønlendska sjálvstýrið frá, at ein nýggjur covid-19 tilburður hevur verið í Nuuk. Tískil er yvirlitið ikki dagført.

 

Sjálvstýrið upplýsir, at hin smittaði, sum er komin til Grønlands úr útlandinum, er staðfestur positivur eftir eina endurkanning.

 

Í tíðindaskrivi hjá grønlendska sjálvstýrinum, sum Sermitsiaq endurgevur, hevur persónurin, sum nú er staðfestur smittaður, hildið reglurnar um sóttarhald, og tí verður mett, at vandin fyri smittuspjaðing er lítil.

 

- Men, orsakað av veksandi spjaðing av delta-frábrigdinum í Evropa, hevur landslæknaembætið gjørt av at seta seg í samband við fólkini, sum sótu nærindis hinum smittaða í flogfarinum.

 

Landslæknin í Grønlandi ætlar nevniliga, at hesi fólk skuldu kannast fyri møguliga smittu - eisini um tey hava fingið báðar koppsetingarnar.

 

Sambært Sermitsiaq er enn ikki greitt, hvat slag av koronu-virus hin smittaði hevði, men positiva royndin verður send til Danmarkar til kanningar, so staðfestast kann, hvat slag av virus hin smittaði hevur.

 

- Tað umgongst ikki, at delta-frábrigdið kemur til Grønlands, verður lagt aftrat í tíðindaskrivinum hjá grønlendska sjálvstýrinum.

 

Sermitsiaq veit at siga, at seinast smittuútbrot var í Nuuk, var talan um enska frábrigdið, har fleiri starvsfólk, sum arbeiða við flogvallarbygging í Nuuk, vórðu staðfest smittað.

 

##med2##

 

 

 

Hin smittaði er komin til Grønlands úr útlandinum og er staðfestur positivur eftir eina endurkanning.

Grønlendsku tølini yvir koronu-tilburðir eru ikki dagførd, nú nýggjur smittutilburður er staðfestur í Nuuk.