Nýtt met: 50.000 áskoðarar til ein hondbóltsdyst

Tá Týskland og Sveis spæla dyst í Merkur Spiel Arena í Düsseldorf í EM-endaspælinum í Týsklandi verður áskoðaramet

Størsta áskoðarafjøldin sum nakrantíð hevur verið til ein hondbóltsdyst eru 44.189 áskoðarar til ein bundesligadyst millum Rhein-Neckar Löwen og HSV Hamburg. Hetta heimsmetið var sett á Frankfurt Arena 6. september í 2014.

 

Hetta heimsmetið stendur nú fyri falli.

 

Tá vertstjóðin Týskland tekur móti Sveis í innleiðandi bólki A í Merkur Spiel Arena í Düsseldorf vera tað væntandi 50.000 áskoðarar til dystin, ið verður nýtt heimsmet.

 

Í sama bólki møtir Týskland eisini Fraklandi og Norðurmakedonia, og væntast eisini nógvir áskoðarar til teir dystirnar.

 

Merkur Spiel Arena er ein fótbóltsleikvøllur, ið verður umgjørdur til ein hondbóltsvøll meðan EM í hondbólti fer fram. Myndin omanfyri sýnir ætlanina hjá týska hondbóltssambandinum við Merkur Spiel Arena. Týska bundesligan í fótbólti liggur still meðan EM í hondbólti fer fram.

 

Føroyar, Georgia og Grikkaland taka lut í sínum fyrsta endaspæli nakrantíð. So nógv søga verður skrivað undir EM-endaspælinum í Týsklandi, dagarnar 10. til 28. januar.