Nýtt staklag frá Holgari

– Í dag gevi eg lagið »Blankan sand« út, ið er tað níggunda í røðini av HJF 568, ið vónandi verður samlað til eina LP.

 

Tað skrivar Holgar Jacobsen úr Sørvági. Hann sigur, at lagið hevur íblástur úr vindeyganum í tónleikarúmi hansara, har sandurin og tíðin geva svar upp á nógvar ósvaraðar spurningar.

 

– Ella gera tey nú tað?

 

– Eg eri takksamur fyri at kunna gera tónleik og geva hann út enn, sigur hann.

 

Tónleikararnir á lagnum eru Jóan Jakku Guttesen bass, Høgni Klakkstein slagverk, Dánjal Tavsen tangentar, Tórfríð Tavsen kór og Holgar Jacobsen gittarar og sang.

 

Ljóðblandað og mastr hevur Dánjal Tavsen, útgevari TUTL HJF568.

Hoyr lagið við at trýsta á pílin á myndini niðanfyri:

 

##med2##