Øgilig kapping millum norðoyingar

6-mannafør: Í endaspurtinum royndist tað betur hjá teimum á Sundabátinum

Skíggjamynd kvf.fo

Tað eru teir norðanfyri, sum eru teir stinnastu í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.

 

Á fjarðastevnu vann Sundabáturin, á sundalagsstevnu vann Páll Fangi, og aftur í dag var kappingin um sigurin millum hesar báðar bátarnar í dýrdarveðrinum á Trongisvági.

 

Páll Fangi úr Klaksvík var fremstur mesta partin av teininum. Smyril úr Vági og Sundabáturin vóru leingi heilt javnir í kappingini um næstfremsta plássið – ein skut aftanfyri Páll Fanga.

 

So dragnaði Smyril eitt sindur, meðan Sundabáturin át seg støðugt nærri Páll Fanga. Í endaspurtinum vóru teir á Sundabátinum drúgvari, Páll Fangi misti skutin og so reingina, so róðu teir stavn um stavn, men í síðstu tøkunum vann Sundabáturin tað mesta av einum skuti og vann harvið at enda ikki so lítið sannførandi.

 

1Sundabáturin04:52.05700
2Páll Fangi04:52.46600
3Smyril04:56.01500
4Gongurólvur04:59.08400
5Strálan04:59.28300
6Hvessingur04:59.32200
7Víkingur05:01.30100
8Hósvikingur05:02.19000
9Romvlvs05:07.41000

 

 

 

 

 

Skíggjamynd kvf.fo