OL: Danmark kom í bólk saman við Fraklandi og Noreg

Her eru báðir OL-bólkarnir í hondbólti hjá monnum

Í døgunum millum 25. juli og 11. august verður olympiska endaspælið í hondbólti leikt í París í Fraklandi.

 

Seks lið eru í tveimum innleiðandi bólkum, og tað er bert loyvt at hava 14 leikarar við til OL-endaspælið.

 

Danska manslandsliðið kom í bólk saman við vertunum, Fraklandi sum vann EM-finaluna móti Danmark í januar. Noreg og Ungarn eru eisini í bólkinum, umframt Egyptaland, so talan er um ein krútsterkan bólk.

 

Bólkur A: Svøríki, Spania, Kroatia, Týskland, Slovenia og Japan.

 

Bólkur B: Danmark, Noreg, Frakland, Ungarn, Egyptaland og Argentina.