OL : Danmark og Spania eru styrkismett ovast

12 lið skulu kappast í olympiska endaspælinum í hondbólti

Dagarnar 25. juli til 11. august verður olympiska endaspælið í manshondbólti leikt í París í Fraklandi.

 

Bert 12 lið kappast í endaspælinum. Og vit kunnu fegnast um, at vit hava trý norðurlendsk lið, Danmark, Noreg og Svøríki at heppa á í kappingini. 

 

Liðini kappast fyrst í tveimum innleiðandi bólkum við seks liðum í hvørjum bólki.

 

Danmark og Spania eru styrkismett ovast av teimum 12 liðunum.

 

Noreg sum Føroyar vóru í EM-bólki saman við er styrkismett næstovast. Tað undirstrikar hvussu flottur 26-26 javnleikurin hjá okkara monnum móti Noregi var.

 

Lutakastið verður í París týsdagin, 16. apríl. 

 

Her er styrkismetingin:

 

Pottur 1 – Danmark / Spania

Pottur 2 – Kroatia / Noreg

Pottur 3 – Ungarn / Týskland

Pottur 4 – Slovenia / Frakland

Pottur 5 – Svøríki / Egyptaland

Pottur 6 – Argentina / Japan