Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof leiktu í kvøld seinasta dystin í bólkaspælinum í EHF European League.
Dysturin var á útivølli í Slovenia móti Gorenje. Undan dystinum hevði Sävehof 10 stig fyri fimm dystir og hevði longu vunnið bólkin.
Tí var skaðin ikki so stórur, at dysturin í kvøld endaði við javnleiki 28-28. Sävehof var á odda 15-12 í steðginum.
Óli skoraði fýra mál fyri Sävehof. Toppskjútti var Gustaf Wedberg við átta málum.
Sävehof hevur vunnið bólk C við 11 stigum. Gorenje er nummar tvey við fimm stigum, og Wintherthur er nummar trý við fýra stigum. Aftast er Cuenca við tveimum stigum. Wintherthur og Cuenca spæla dyst í kvøld klokkan 19.45.
Leygardagin klokkan 15.30 spælir Sävehof dyst í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Kristianstad á útivølli.