Óttin í Kreml økist

- Ein og hvør háttur fyri herverki á Krim økir óttan í Kreml og ger teirra evni at verja undirstøðukervið á oynni trupul, sigur bretska verjumálaráðið.

Hósdagin fór eitt tok av sporinum nærindis býnum, Simferopol á Krim-hálvoynni.

 

Tokið blokeraði fyri flutningi til einastu jarnbreyt inn til havnina í Sevastopol, har Russland hevur sína herflotastøð í Svartahavinum.

 

Bretska verjumálaráðið sigur, at hendingin, sum Russland heldur kom "uttanífrá", órógvar vápnaveitingar og veitingar av lóðuri til svartahavsflotan og kríggið í Ukraina.

 

- Ein og hvør háttur fyri herverki í hesum viðkvæma øki, økir óttan í Kreml og ger teirra evni at verja undirstøðukervið á Krim trupul, sigur verjumálaráðið í sínari dagføring.

 

Krim-hálvoyggin, sum Russland ólógliga tók frá Ukraina í 2014, hevur stóran hernaðarligan týdning og symbolskt virði.

 

Samstundis, sum oyggin hýsir russiska svartahavsflotanum, virkar Krim eisini sum veitingargoymsla fyri herdeildirnar á hermótinum á fastlandinum.