Pætur knógvaði Jón í finaluni í tennis

Finalan hjá monnum í tennis á Føroyaleikunum varð leikt í oysandi regni seinnapartin sunnudagin. Pætur M. Dahl og Jón Brekku hittust í finaluni, og teir vóru eisini seedaðir sum ávikavist nummar 1 og 2 undan kappingini. Pætur var favorittur og legði seg beinanvegin greitt framum 4-0, og hann vann at enda 6-2 í fyrsta setti.

 

Í øðrum setti leikaði meira javnt á, og leikararnir fylgdust upp til 4-4, so spenningurin var stórur. Spurningurin var, um Jón kundi vinna settið og fáa ein tie-break í triðja setti.

 

Brekkan hjá Jón gjørdist tó ov brøtt at enda, og Pætur vann síðani tvey game á rað. Hann vann tískil annað sett 6-4 og gjørdist harvið tann fyrsti gullvinnarin hjá monnum á Føroyaleikunum.

 

Finalan varð sera væl leikt, og leikararnir góvu hvørjum øðrum skarpan gang gjøgnum allan dystin. Dysturin um triðja plássi var millum Annfinn Gaard og Inga Højsted. Annfinn vann 6-2, 6-1 og fekk harvið bronsumerki á Føroyaleikunum.

 

Í finaluni í B-kappingini hjá monnum vann Anders Rieks 6-4, 6-1 ímóti Stefan í Skorini.