Føroyski landsliðsleikarin, Pætur Mikkjalsson sum saman við Róa Ellefsen á Skipagøtu hevur verið partur av hópinum hjá Hallby í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið gevst aftaná lokið kappingarár.
Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen veit at siga, at fimm leikarar fara at gevast í Hallby, tá hetta kappingarárið er lokið. Og ein av hesum fimm leikarunum er Pætur Mikkjalsson.
Sambært Handbollskanalen fer Pætur undir hægri lestur í Keypmannahavn, men ætlar samstundis at spæla hondbólt við einum liði, og kombinera lestur og hondbólt á høgum støði.
Tó avdúkar Handbollskanalen ikki hvørjum liði Pætur fer at spæla við komandi kappingarár.
Hallby er í løtuni nummar 11 í bestu svensku hondbóltsdeildini við 17 stigum.