Pakistan og Iran heita í felag á ST um at viðvirka til, at ísraelska stjórnin ikki fer at fremja atgerðir í londunum báðum.
Hetta veit Reuters at siga í dag.
Iranski forsetin, Ebrahim Raisi, eru á einari tríggjar daga langari vitjan í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad.
Høvuðsendamálið við vitjanini er at styrkja bondini millum londini, men hetta kann vera lættari sagt enn gjørt, tá Pakistan eisini samstarvar við USA.
Í felags fráboðanini heita Pakistan og Iran eisini á ST um at viðvirka til, at Ísrael ikki fremur ólóglig álop á grannar og leypir á sendistovubygningar.
Reuters heldur, at tá sendistovurnar verða nevndar, hugsar Iran helst um álopið á iransku sendistovuna í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus, herfyri.
Á fundinum millum iranska forsetan og pakistanska forsætisráðharran er greitt, at teir báðir vilja, at bondini millum londini skulu styrkjast.
- Samstarvið fer eitt nú at snúgva seg um streymveiting og gassrørleiðingar, veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.