Pernille Vermund og maðurin fara hvør til sítt

Floksforkvinnan í politiska flokkinum, Ny Borgerlige, skal skiljast frá manni sínum

Floksforkvinnan í politiska flokkinum, Ny Borgerlige, og maður hennara fara hvør frá øðrum. Hetta upplýsir hon á sínum Facebook vanga. Maður hennara er 64 ára gamli Lars Tvede.

 

 

 

Vermund vísir á, at tey búgva í hvør sínum landi, og harafturat hava øgiliga skundmiklar gerandisdagar. Sjálv búgvi eg í Danmark, eri virkin í politikki, floksforkvinna og havi børn. Lars er í Schweiz við síni yngstu dóttir, rekur fimm schweiziskar fyritøkur og er ágrýtin høvundur, skrivar hon.

 

 

 

Vit tóku hesa avgerð áðrenn summarferiuna, og eru vit vorðin samd um, at samband okkara skal vera meira vinarligt.

 

Vit hava notið summarið saman – og nú hava vit eina lítla viku við feriu saman fyri framman. Hetta verður sum vinir, leggur hon afturat.

 

 

 

Lars Tvede hevur deilt sama uppslag á sínum Facebook vanga. Hann er sum omanfyri nevnt ein dugnaligur fíggjarmaður eins og ein góður rithøvundur.