Petur Skeel Nolsøe handaður gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs

Petur Skeel Nolsøe fekk í gjár handað heiðurstekin Tórshavnar Býráðs. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum handaði Peturi heiðurstekin og heiðursbræv.

 

Petur Skeel Nolsøe hevur trúfastur tænt í Kaldbaks kirkju í meira enn fimmti ár. Longu sum 19 ára gamal – heilt afturi í 1967 – tók hann á seg tænastuna at vera klokkari í kirkjuni. Hesa kirkjutænastu hevur hann røkt síðani. Umframt at vera klokkari hevur Petur eisini avloyst sum deknur í Kaldbaks kirkju. Petur hevur altíð víst kirkjuni stóran áhuga. Hann hevur í mong skeið verið kirkjuráðslimur, og er hann tað enn.  Afturat hesum hevur Petur tikið stig til ymisk mentanarlig tiltøk í Kaldbaks kirkju, ið hava verið bygdarfólkinum í Kaldbak til mikla gleði. Fyri drúgva og trúfasta tænastu verður Petur Skeel Nolsøe heiðraður við Gullheiðursmerki Tórshavnar Býráðs.

 

Hetta skrivar www.torshavn.fo,  og har eru eisini fleiri myndir at síggja.

 

##med2##