Próstur vígir ikki fráskild

Nýggi prósturin, Ovi Brim, vígir ikki fráskild og heldur seg til vígsluritualið

Tað sigur hann í samrøðu við Dimmalætting

Tíðum hoyrist um prestar, sum kunnu vera liberalir, meðan aðrir eru konservativir. Spurningar um vígslu av fráskildum og um samstarv við kvinnuligar prestar verða onkuntíð umrøddir í hesum sambandi. 

– Sum eg lesi og skilji Bíbliuna, sum bæði er lívsgrundarlag mítt og kirkjurnar, meti eg meg ikki hava myndugleika til tess. Eg haldi meg til orðingina í vígsluritualinum, sum sigur “inntil deyðin ger skilnað tykkara millum.” Aðrir prestar koma til aðra loysn. Her er avgerandi at undirstrika, at hvørki eg ella aðrir prestar eru sannleikin. Jesus er sannleikin, og við seriøsum bíbliuarbeiði koma vit til ymsar niðurstøður, og tað er tað pláss fyri í kirkjuni.

 

##med2##

Tað sigur Ovi Brim í samrøðuni í Dimmalætting, sum kemur í morgin.

Hinvegin veit hann væl, at hann sum prestur og próstur situr í almennum starvi og harvið eisini hevur ávísar skyldur at røkja. 

Tá hann verður spurdur, hvat hann ger, kemur onkur til hansara sum vil giftast, hóast viðkomandi er fráskildur, so hevur hann loysnir. 

– Vanliga tosa vit um hesi viðurskifti, og so vegleiði eg um, hvussu hetta kann gerast. Higartil hava vit altíð funnið eina loysn, sigur nýggi prósturin millum annað í samrøðuni við Dimmalætting.