Rætturin at skipa okkum sum fullveldi

Allir hinir fimm flokkarnir, sum stilla upp til fólkatingsvalið, fara annaðhvørt at stuðla bláa ella reyða vonginum í donskum politikki, fáa teir umboðan. Tað ger Tjóðveldi ikki. Okkara umboð verður reytt, blátt og hvítt og umboðar bara føroysk áhugamál.

 

Vit siga í valskránni, at koma vit í lyklastøðu eftir valið, stuðla vit tí meiriluta, sum viðurkennir føroyska sjálvsavgerðarrættin mótvegis altjóða samfelagnum, og at føroyingar uttan uppíblanding kunnu samtykkja egna grundlóg. 

 

Málið um sjálvsavgerðarrættin var nógv frammi, tá Tjóðveldi var umboðað á fólkatingi frá 2015 til 2019. Vit skipaðu fyri ráðstevnu um málið og settu eisini fleiri fyrispurningar.

 

Í 2018 setti eg mær fyri at fáa uppklárað, um Danmark nakrantíð hevði boðað ST frá føroyska sjálvsavgerðarrættinum, eins og fleiri føroyskir flokkar høvdu sagt upp í saman síðan 2007.

 

Uttanríkisráðharrin tá, Anders Samuelsen, sló fast, at Danmark hevði ongantíð staðfest føroyska sjálvsavgerðarrættin hjá ST samsvarandi fólkarættinum, og danska stjórnin ætlaði heldur ikki at gera tað, tí hon helt ikki fólkarættin vera viðkomandi fyri viðurskiftini við Føroyar.

 

Anders Samuelsen segði, at danski staturin helt seg ikki hava givið føroyingum nakað annað lyfti enn nakrar leysar útsagnir frá ymsum forsætisráðharrum. Og skuldu Føroyar gjørt av at skipað seg sum fullveldi, skuldi fólkatingið viðgera og góðkenna ynskið úr Føroyum.

 

"Færøsk selvstændighed vil i givet fald skulle gennemføres efter grundlovens §19," svaraði hann.

 

Hvussu danskir myndugleikar fara at tulka grein 19, skuldi støðan við føroyskum fullveldi íkomið, finst ongin vissa fyri, tí Danmark hevur ikki viðurkent rættin hjá føroyska fólkinum at skipa Føroyar sum fullveldi í ST-høpi.

 

Avgerandi er, at vit verða viðurkend sum tjóð sambært fólkarættinum við rætti til at skipa okkum sum fullveldi, tá vit vilja tað. Fáa vit ikki hesa viðurkenning, er valdið yvir fólkaviljanum í Føroyum deponerað hjá nøkrum tilvildarligum fólkum í fólkatinginum.

 

Koma vit aftur á fólkating, helma vit ikki í, fyrr enn Danmark hevur staðfest føroyska sjálvsavgerðarrættin hjá ST, og verða vit tungan á vágskálini, verður hetta eitt ófrávíkiligt krav fyri ikki at fella eina stjórn.

 

 

 

Magni Arge, Tjóðveldi