Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Universitet

Rannvá Dahl hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Biomedicinsk Institut á Københavns Universitet.

© Privatmynd. Av heimasíuni gransking.fo

Týsdagin 16. apríl vardi Rannvá Dahl ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast “Insulin stimulation of L-carnitine uptake in skeletal muscle in patients with primary carnitine deficiency and the metabolic state of the skeletal muscle”.

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

Rannvá Dahl hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Biomedicinsk Institut á Københavns Universitet. Vegleiðarar hava verið Steen Larsen og Clara Prats Gavalda, bæði lektarar á Biomedicinsk Institut.

 

Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.

 

Í metingarnevndini vóru

Charlotte Mehlin Sørensen, lektari á Biomedicinsk Institut, Københavns Universitet, forkvinna, Ryan Godsk Larsen, lektari á Institut for Medicin og Sundhedsteknologi á Aalborg Universitet og Francis Stephens, professari á University of Exeter.

 

Verjan gekk sera væl, skrivar gransking.fo og har er eisini enskur samandráttur av rirgerðini.

 

Á myndini er Rannvá Dahl í miðjuni saman við vegleiðarum og metingarnevndarlimum.

 

© Privatmynd. Av heimasíuni gransking.fo