Ringkøbing tapti stórt fyri oddaliðnum

Rakul Wardum og liðfelagarnir fingu 40 mál ímóti sær

Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing, ið eru aftast í bestu donsku hondbóltsdeildini við fimm stigum, spældu týskvøld dyst á útivølli móti oddaliðnum, Odense sum hevur fult stigatal.

 

Tað bleiv akkurát so torført sum væntað. Ringkøbing skoraði 24 mál sum er nøkulunda góðkent, men Rakul og liðfelagarnir fingu heili 40 mál ímóti sær.

 

Odense vann 40-24. Í steðginum var støðan 20-9 til heimaliðið.

 

Rakul slapp at verja málið allan dystin, og hon bleiv noterað fyri fimm bjargingar móti liðnum, ið er millum tey fremstu liðini í Evropa.

 

Í dag klokkan 17.30 hava Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg torføran útidyst móti Team Esbjerg. Klokkan 18 spæla Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn dyst á útivølli móti Nykøbing Falster. Somuleiðis klokkan 18 taka Annika Fríðheim Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg móti Ikast-Herning. Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens hava eisini heimadyst klokkan 18 í kvøld. Tær fáa Aarhus á vitjan.