Rógvi skoraði fyri fyrstu ferð í trý ár

1. DEILD: Hóast AB legði seg á odda, so svaraðu víkingarnir aftur

Tað endaði 1-1, tá ið AB í dag hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá Víkingi.

 

Miðvallarin Rógvi Skála legði í 12. minutti heimaliðið á odda, og tíggju minuttir undan steðginum svaraði Víkingur aftur, tá ið Signar á Brúnni javnaði til 1-1.

 

Tað kemur ikki so ofta fyri, at 23 ára gamli Rógvi Skála telist millum málskjúttarnar hjá AB, sum hann altíð hevur umboðað. Hann hevur ongantíð verið málskjútti í bestu deildini, har hann hevur spælt 9 dystir, og í dag var hann fyri sjeyndu ferð málskjútti í næstbestu deildini. Sambært FaroeSoccer var hetta fyrsta ferðin, at hann var málskjútti í 1. deild, síðani 12. mai í 2021 ella fyri knapt trimum árum síðani. Tann dagin vann AB 4-0 ímóti teimum næstbestu hjá B36.

 

Í dag vóru tað spentar støður og málmøguleikar í báðum endum, og dómarin hevði gula kortið á lofti sjey ferðir – tvær ferðir til heimaliðið og fimm ferðir til gestirnar.

 

Eftir fimm umfør hevur AB á øðrum plássi 10 stig. Tað er eitt stig fram til B36, og AB og B71 hava sama stigatal. Víkingur er á fimta plássi við 7 stigum. Hetta er sama stigatal, sum suðuroyarliðini TB og FC Suðuroy eisini hava.

 

AB fær leygardagin um eina viku vitjan av grannunum í B36, og Víkingur  fer fríggjadagin at spæla heimadyst ímóti KÍ.