Roma leikari: Mourinho er vóngevandi

Portugisiski venjarin er nú ítróttarligur oddamaður í Roma, og skal hann royna at fáa gull heiðursmerkið aftur til høvuðsstaðarliðið

Flytingargluggin í evropeiskum fótbólti er opin, og verða fyrireikingarnar til komandi kappingarár gjørdar í ymisku feløgunum. Fleiri áhugaverdar leikaraflytingar eru longu váttaðar, men eru eisini venjarar, ið hava skift – ella funnið sær nýtt felag at venja. Ein teirra er José Mourinho, sum hevur staðið uttan felag síðani hann bleiv koyrdur úr Tottenham tann 19.apríl í 2021. Italskur miðvallari hjá A.S. Roma, Bryan Cristante, vísir á jaligu faktorarnar sum José Mourinho hevur elvt til. Hann sigur, at Mourinho hevur endurskapt vónina, og at heldur keðiliga gongdin í Roma seinastu tíðina hevði givið fleiri leikarum vónloysi.

 

Cristante leggur afturat, at hann vil vinna eitt steyp við Roma, tí nú er alt ov langt síðani.