Sävehof vann seg víðari - Hallby er úti av steypakappingini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu seg trygt víðari til fjórðingsfinalurnar í svensku steypakappingini

Í kvøld spældu liðini hjá systkinabørnunum, Óla Mittún og Róa Ellefsen á Skipagøtu seinnu áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Óli og liðfelagarnir í Sävehof vunnu á heimavølli í Partille stórsigur 36-26 á HK Malmö. Fyrra áttandapartsfinalan endaði við einum 30-19 sigri til Sävehof, ið sostatt vann ein samlaðan 66-45 sigur í áttandapartsfinalunum.

 

Óli skoraði tvey mál fyri Sävehof.

 

Rói og liðfelagarnir í Hallby taptu á útivølli 36-39 fyri Önnered í Göteborg. Hallby tapti á heimavølli 29-36, og tapti sostatt samanlagt 65-75 í áttandapartsfinalunum.

 

Rói skoraði trý mál fyri Hallby

 

Næst fyri er fyrsta umfar í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Leygardagin tekur Hallby á heimavølli ímóti verandi meistarunum, Kristianstad.

 

Mánakvøldið spælir Sävehof á útivølli móti Ystad.