Saman megna vit so mangt

Tað var fantastiskt at siga frá í útvarpinum, tá Torkil Nielsen skoraði í Landskrona í 1990 og tók allan heimin á bóli.

 

Sanniliga vóru tað eisini stoltar løtur, tá serútgjørda bjargingartyrlan lendi í Vágum flaggdagin 2001, og tá spildurnýggja Airbus 319-flogfarið lendi í Føroyum í 2012 við heimsins mest framkomnu navigatiónsútgerð.

 

Ongin ivast longur í, at vit sjálvandi skulu bjóða av í altjóða ítrótti. Men soleiðis var ikki tá. Eina ferð hildu vit, at ongin annar enn danska sjóverjan kundi veita tyrlubjarging. Í dag byggir Atlantsflog hús til ein simulator, har tey skulu venja manningar úr øðrum londum í tyrlubjarging. Og ongin ivast longur í, at føroyingar duga betur at røkja flogsambandið við umheimin enn nakar annar.

 

Tað var eisini ein stolt løta, tá Ocean Rainforest herfyri fekk litið upp í hendi at taka við leiðsluni í mest ambitiøsu granskingarætlanini um burðardygga aling av tara og ídnaðarframleiðslu burtur úr rávøruni, sum heilt vist verður eitt týðandi amboð í dystinum móti veðurlagsbroytingum í framtíðini.

 

Ein hópur av søgum sum hesum finst ymsastaðni í landinum, tí hugurin og viljin til at bróta upp úr nýggjum er stórur. Tá tað so eydnast, er gleðin stór hjá teimum, sum hava framt avrikini, men eisini vit, sum standa á síðulinjuni gleðast um tey.

 

Tá eru vit øll stoltir føroyingar.

 

At kalla onki mark er fyri, hvørjar tindar vit kunnu røkka, tá vit seta okkum felags mál og lyfta í felag, hóast vit hava ymiskan politiskan lit, kyn og aldur og búgva ymsastaðni í landinum.

 

Ríkidømið er stórt, sum hoyrir Føroyum til. Við 300.000 ferkilometrum í vídd eru vit ein stórhavstjóð í Norðurhøvum, og hóast landið omansjóvar ikki er stórt, so er tað burturúr vakurt og ríkt.

 

Burtur úr okkara ríkidømi hava vit bygt upp eitt framkomið vælferðarsamfealg, sum at kalla stendur uppi av sær sjálvum, tí 97 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni skapa vit nú sjálv.

 

Jørðin melur runt, og sjóvarføllini venda sum klokkan hvørja økt, so onki stendur í stað, heldur ikki okkara samfelag. Vit eru altíð á ferð inn í eina nýggja tíð, og tí ræður um støðugt at menna samfelagið og bjálva tað til nýggjar avbjóðingar.

 

Hetta gera vit m.a. í politikki, og eg bjóði meg fram til at taka við politiskari ábyrgd í løgtinginum. Eg eri sannførdur um, at vit røkka longst, tá vit taka við fullari ábyrgd og sjálvi ráða fyri borgum í egnum landi. Tað er meginstevnan hjá Tjóðveldi, og tí finnur tú meg á Lista E.

 

Nøkur av mínum hjartamálum, sum eg fari at greiða nærri frá í valstríðnum, eru:

 

- Sjálvræði og sjálvstøðug umboðan

- Sjálvberandi og bjálvaður búskapur

- Fjøltáttaður og burðardyggur vinnupolitikkur

- Virðisøking í fiski- og alivinnu

- Hin góði skúlin

- Fjølbroyttar bústaðarmøguleikar

- Virðilig eldraumsorgan

- Grøna orkuskiftið fyri øll

- Loftferðsla og loftrúm

- Talgilda menningin og KT-útflutningur

- Føroyskt í tøkniligu øldini

 

Magni Arge,

 

valevni hjá Tjóðveldi