Samanumtøka av EM: Hvørjir spælarar vístu seg fram?

Tað er við sorgblídni, at vit veittra farvæl til landsliðsfótbóltin og harvið bjóða “preseason” vælkomnari.

Em undankappingin er liðug á hesum sinni. Tað er við sorgblídni, at vit veittra farvæl til landsliðsfótbóltin og harvið bjóða “preseason” vælkomnari.

 

 

 

Tað hevur verið ein fragd fyri eygað, at sæð leikarar sveitta og bløða fyri búmerki. Teir spældu nevniliga fyri sína tjóð – og har er lítið ið er meira eldhugað, enn júst tað. Nógv hevur verið greinað aftur og fram, men fara vit niður í smálutirnar og hyggja at einkultu spælarunum, so er eisini ymiskt at taka við frá hesi undankapping.

 

 

 

Her er eitt boð uppá nakrar einkultar heiðrar til ávísar spælarar, sum vóru við í EM undankappingini.

 

 

 

Besti ungi leikari: Pedri

 

Bert 18 ára gamli Pedri var spælskipari á sponsku miðjuni. Hann hevur tikið øll á bóli í Barcelona, og verður hann samanborin við fyrrverandi heimsstjørnuna, Andrés Iniesta. Hann var lykilin á spanska liðnum, og fekk saman við Busquets ein tráð millum verju, miðju og álop.

 

 

 

Besti leikari: Gianluigi Donnarumma

 

Donnarumma stóð framúrskarandi alla Em undankappingina. Saman við stinnu italsku verjuni stongdi hann dyrnar til málið. Italska liði lat fýra mál inn alla kappingina, og hóast hetta ikki var fægst í kappingini, so var italski málverjin avgerandi í fleiri løtum.

 

 

 

Størsta eldsálin: Giorgio Chiellini

 

Giorgio Chiellini er ein spælari við hjartanum á røttum stað. 36 ára gamli miðverjin gevur seg altíð 100%, og EM 2020 var einki undantak. Toppurin av kransakakuni finalan, har Chiellini skaraði framúr. Han var ikki bangin fyri at nýta báðar armar, tá ið tørvur var á tí.

 

 

 

Besti liðfelagi: Simon Kjær

 

Simon Kjær skrivaði seg í søgubøkurnar sum ein framúr liðfelagi, liðskipari, og ikki minst sum ein góður vinur. Umframt at spæla eitt leikliga gott endaspæl, so var sterki miðverjin til staðar, tá ið tørvur var á honum. Hann setti fyrstuhjálpina í verk, tá ið Christian Eriksen small um, og var hetta nógv størri og týdningarmiklari enn ítróttarlig avrik kunnu blíva.

 

 

 

Óvæntaða “stjørnan”: Joakim Mæhle

 

Her kundi mann nevnt fleiri spælarar, tí sannleikin er tann, at ómetaliga nógvir traðkaðu fram á stóra pallinum. Mikkel Damsgaard tók øll á bóli við framúr avrikum, frísparksmáli á Wembley og einum góðum stríðsvilja. Patrick Schick skeyt fimm mál og gjørdist topskjútti fyri Kekkia. Skal ein nevnast, so má tað verða Joakim Mæhle. Vongbakkurin er í stórari menning, og er hetta serliga tí professjonelli atburður hansara berur hann fram. Skifti frá belgisku deildini til italskan fótbólt var eitt stórt lop. Mæhle takkaði tó fyri álitið, og hevur hann handfarið upptúrarnar við at halda bæði beinini á jørðini. Lønin hevur verið eitt framúr EM endaspæl, sum óivað fær fleiri størri feløg at standa í kø.