Scholz vil hava Jinping at ávirka Russland til frið

Týski kanslarin, Olaf Scholz, er á vitjan í Kina.

Týski kanslarin, Olaf Scholz, sum vitjar í Kina, vil hava Kina at gera sína ávirkan galdandi, so Russland steðgar krígsførsluni í Ukraina.

 

- Eg fari at heita á kinesiska forsetan, Xi Jinping, um at ávirka Russland, veit tíðindastovan Reuters at siga frá vitjanini hjá kanslaranum í Kina.

 

Olaf Scholz kom til Kina sunnudagin, og her skal hann eitt nú hitta kinesiska forsetan. 

 

Týski kanslarin hevur sagt, at eitt av málunum hjá honum við vitjanini er at viðgera spurningin um "rættvísan frið" í Ukraina, sum hann tekur til.