Seks KÍ spælarar eru skiftir út

Samba er á B68 beinkinum saman við eitt nú tveimum, sum vóru ímillum teir fyrstu ellivu ímóti TB

Tað vera fleiri skiftingar. Tað segði KÍ venjarin Magne Hoseth eftir 2-1 sigurin ímóti HB í Gundadali fríggjakvøldið.

 

Nú er tað greitt, at sammett við fríggjakvøldið í Gundadali eru seks nýggir spælarar á KÍ liðnum, sum í løtuni hitar upp at spæla ímóti B68. Tað verður í Klaksvík klokkan 18.

 

Teir, sum vóru á liðnum fríggjakvøldið, og sum ikki eru á liðnum í kvøld, eru málverjin Nils Jonatan Johansson, Deni Pavlovic, Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jóannes K. Danielsen og Hallur Hansson.

 

Nýggir á liðnum eru málverjin Markus Olsen Pettersen, Vegard Forren, Sivert Gussiås, Símun Kalsø, Børge Petersen og Issah Ahmed Latif.

 

Allir teir omanfyri nevndu eru á beinkinum uttan René Shaki Joensen og Hallur Hansson. Páll A. Klettskarð, sum skoraði sigursmálið fríggjakvøldið í Havn, er eisini á beinkinum.

 

Síðsti dysturin hjá B68 var á heimavølli ímóti TB. Tá var úrslitið 1-1. Mohamed Samba var leikbannaður ímóti TB. Í kvøld er hann á beinkinum. Nýggir á liðnum eru Alex Mellemgaard og Fríði í Túni Petersen. Teir avloysa Bárð Ó. Jensen og Villiam Emil Klein.

 

KÍ – B68 kl. 18.00

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

KÍ: Markus Olsen Pettersen – Odmar Færø, Børge Petersen, Vegard Forren – Símun Kalsø, Luc Kassi, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, Sivert Gussiås, Issah Ahmed Latif

 

B68: Benjamin Schubert – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Alex Mellemgaard – Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen – Boubacar Dabo, Ragnar Samuelsen, Hanus Højgaard – Jørgen Nielsen