SMS: 1. FM hálvfinalurnar vera leiktar í mikukvøldið

FM-hálvfinalurnar vera leiktar mikukvøldið og leygardagin

Í annaðkvøld vera 1. FM hálvfinalurnar í SMS-deildini leiktar. Leikt verður best av trimum dystum.

 

Klokkan 18 byrjar dysturin millum StÍF og Neistan í høllini á Skála.

 

Klokkan 20 byrjar dysturin millum VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna.

 

2. FM hálvfinalurnar vera leiktar leygardagin.

 

Klokkan 15 spæla Neistin og StÍF í høllini á Hálsi í Havn, og klokkan 17.30 spæla Kyndil og VÍF í somu høll.

 

Um neyðugt er við trimum hálvfinalum hava Neistin og Kyndil heimavøll í tí triðju FM hálvfinaluni.