SMS: Kyndil vann á Stjørnuni og StÍF vann á VÍF

Kyndil hevur fyribils lagt seg á odda í SMS-deildini

Tveir dystir í SMS-deildini byrjaðu tíðliga seinnapartin í dag. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vunnu kyndilskvinnur 32-28 á Stjørnuni. Í steðginum var Kyndil tepurt á odda 16-15.

 

Kyndil helt leiðsluna allan seinna hálvleik. Tað nærmasta Stjørnan var við støðurnar 19-18 og 26-24.

 

Toppskjútti hjá Kyndli var sum ikki einaferð, Turið Arge Samuelsen. Hesaferð skoraði Turið 11 mál. Toppskjútti hjá Stjørnuni var Durita Ljósstein Johansen við sjey málum.

 

Í høllini á Skála vann StÍF 35-30 á VÍF. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 20-16.

 

Toppskjútti hjá StÍF var Marita Magnadóttir við 12 málum. Fríða Nolsøe Olsen skoraði 10 mál fyri VÍF.

 

Klokkan 15 byrjaði dysturin í Vágshøll millum VB og H71, og somu klokkutíð byrjaði dysturin millum EB og Neistan í høllini á Eiði.

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Kyndil-Stjørnan 32-28 (16-15):

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum StÍF-VÍF 35-30 (20-16):

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL103132506318
 NEISTIN92862147216
 STÍF10296292412
 VÍF103062862010
 H7192792592010
 STJØRNAN10255295-406
 EB9227284-573
 VB9221303-821